Í Vestmanna kanst tú síggja søgulig fólk við egnum eygum
Júst sum tú kemur oman til Vestmanna, beint við miðnámsskúlan, liggur Vestmanna Tourist Centre. Umframt at skipa fyri útferðum undir Vestmannabjørgini, bjóða tey eisini vælkomin innar í Føroya einasta voksmuseum.
Har kanst tú ganga ímillum og uppliva fleiri kend fólk úr søgum og sagnum okkara, frá landnámi og upp í nýggjari tíð, á ein heilt serstakan og spennandi hátt.
Ein vitjan á søgusavninum er bæði øðrvísi, mennandi og spennandi, tí fleiri sansir verða stimbraðir tú bæði hoyrir, sært og luktar ymiskt á leiðini.
Keypir tú atgongd til søgusavnið, fært tú samstundis avsláttur til bátaútferð.