Í Vestmanna venja tey kropp og sál

Staðið eitur Geilin (Goylin) og tað var har, ið ungmannafelag og dansistova var. Nú ber til at mýkja, venja og spæla á ein heldur øðrvísi hátt – á sama staði. 

Ein hugnaligur uttandura pallur við venjingartólum og reiggjum, har ung og gomul kunnu røkja likam og sál. Tey yngstu fáa brent eitt vet av orku, og tey eldru fáa mýkt liðirnar og betra um samvitskuna.

Geilin er fyri øll og er púra ókeypis at brúka.