Gongutúrar í Vestmanna

Í Vestmanna ganga fólk í fjøllunum. Í fjøllunum kring Vestmanna finnur tú nakrar av teimum vakrastu gongutúrunum á oyggjunum. 

Tað er altíð serligt og ógloymandi at ganga í føroysku fjøllununum. Men í Vestmanna ber av. Her er stórsligið útsýni yvir hav, grønar dalar og brúsandi fossar – alt í einum friðsælum og stórslignum umhvørvi. Hav bara í huga, at náttúran eisini krevur virðing og varsemi.

Veðrið kann broytast skjótt, og mjørki, vindur og regn kunnu koma óvart á. Leiðirnar eru ofta ómerktar og summar ganga ígjøgnum óslætt og avbjóðandi øki, so tað er umráðandi at fyrireika seg væl. Ver í hóskandi klæðum og góðum skóm, tak mat og vatn við, og sig frá hvar tú ætlar tær. Vit viðmæla eisini, at kanna veður og aðrar umstøður frammanundan.

Fyri at fáa eina trygga og góða uppliving, er skilagott at fara við ferðaleiðara ella fylgja einum av teimum merktu leiðunum.

Hentar leinkjur:

Hvørt tú ert royndur í fjallagongu ella heilt óroyndur, so er Vestmanna eitt fantastisk stað fara til gongu – men minnist til; náttúran her er vøkur og vill, og hon spyr ongan eftir, men ræður í øllum lutum.