Í Vestmanna bjóða tey drekkamunn og leir

Svart, útí, afturvið og omaná. Hjá Elva kanst tú fáa alt tað í einum. 

Elva kafé er ein leir-kafé, har vaksin og børn kunnu mála og prýða leirlutir og samstundis njóta ein góðan drekkamunn, ein toast ella kanska eitt glas av víni.

Í Heygatúni 4 hittast vaflur og vasar, køkur og koppar í einari serstakari samanbræðing. Hevur tú hug at gera okkurt serstakt, men tó púra vanligt – bara ikki í senn, eigur tú at umhugsa eina vitjan í Elva kafé. Tað gevur hugtakinum multitasking til stuttleika, ein heilt nýggjan týdning.

Best er at vitja saman við onkrum, tí vandi er fyri, at tá tú fyrst setir teg niður, so missir tú teg sjálva/-n burtur í sálarbøtandi blandinum av njótilsi og spæli.