Í Vestmanna spæla tey eisini fótbólt
Tað eru ikki so mong, ið vita av hesum, men jú, so er. Umframt at vera stinn í kappróðuri og hondbólti, hava tey í Vestmanna nú útvegað sær ein fótbóltsvøll. Tey ætla ikki einki.
Beint omanfyri skúlan liggur hann og bíðar. Um dagin eru mest skúlabørn sum spæla, men øll eru vælkomin at halda seg til. Vitjar tú í Vestmanna, sum familja ella eru tit á virkisútferð, so er gaman í at fáa lív í vøddar og spengur.
Helst gongur bert ein lítil løta, til onkur legst aftrat og áðrenn tú veist av, eru tit nóg nógv til ein dyst. Tað er ókeypis at brúka vøllin og tað er snildast at koyra niðan um skúlan eftir Garðavegi. Har eru parkeringspláss.
Hugni tykkum!