Í Vestmanna venja tey hond og fót
Mintist tú til bóltin, men gloymdi vøllin eftir? Tað er eingin orsøk til at falla í fátt.
Nakað vestan fyri kirkjuna, millum Bakkaveg og Flatnaveg, liggur ein FIFA sparkivøllur og bíðar. Her eru oftast fleiri, ið venja sær sparkikynstrið, so tað er bara at halda seg til.
Einki er sum ljósu summarkvøldini at hoyra eldhugað spæl. Tey renna og íðka fyri lívinum, bara tí tey kunnu. Tá so orkan fjarar, og dagurin treyður leggur saman hendur, tagnar gleimurin, og vøllurin ballar seg eina løtu, til nýggjur dagur við nýggjum brøgdum kemur.
Tað er púra ókeypis at brúka FIFA vøllin.