Vælkomin til Vestmanna
Flestu føroyingar kenna helst Vestmanna fyri vatnbyrgingar, bjørg, hondbólt og bátastevnuna. Men niðri í veðurgóðu grýtuni búgva um 1.300 fólk, sum nú hava sett sær fyri, ikki longur og annars heilt nátúrliga, at venda teimum stívliga 50.000 ferðafólkunum ryggin, sum vitja árliga. Bygdin og umhvørvið skulu latast upp, so enn fleiri fáa atgongd til alt tað, sum ger Vestmanna so forvitnisliga og dámliga at vitja.
Ein túrur undir Vestmannabjørgini er ein bæði stórbær og minnilig uppliving, men Vestmanna er so mangt annað aftrat. Á hesi síðuni fara vit at lýsa og avdúka tær mongu perlurnar, ið eru sjálv sálin í Vestmanna.
Øll bygdin, á tremur av orku, stendur saman um at vísa okkum frá okkara bestu síðu. Mentan, áhugaverd støð og blíðskapur tróta ikki. Her er skjótt og ómakaleyst at koma til og frá, og øll eru vælkomin.
Matur og drekka í Vestmanna
Í Vestmanna finnur tú ymisk sløg av matstøðum – hvør við sínum serstaka stemningi og sermerkta mati. Um tú ynskir eitt stórt máltíð, ein lættan bita ella eina hugnaliga løtu á einum café, so er okkurt fyri ein og hvønn í Vestmanna.
Finn útav, hvat tú kanst gera í Vestmanna
Vestmanna er ein spennandi ferðamál, sum bjóðar eina blanding av bergtakandi náttúru, mentanararvi og serligum upplivingum. Tað er eitt framúr stað fyri tey, ið leita eftir ævintýrum, hava áhuga fyri søgu, ella bara vilja njóta vakurleikan í Føroyum.