Í Vestmanna kanst tú síggja orku broyta skap

Stóra áin, sum rennur oman undir brúnna inni á Fjørð, Fossá, var byrjanin til alt. Her, fyri stívliga 100 árum síðan, bygdi hugsjónarmaðurin, Ólavur á Heygum, eina vatnturbinu, ið gjørdi streym úr vatnorku. 

Vatnið í ánni, fekk eina myllu at mala og kraftin úr malandi mylluni, varð gjørd til streym. Staðsetingin var so mikið góð og framskygd, at Fossáverkið hjá SEV øll hesi árini síðan, trúliga hevur veitt okkum streym. Nú kemur vatnið tó úr byrgingum uppi í haganum, og rørleiðingarnar síggjast beina vatnið beint oman í Fossáverkið.

Orkan, ið framleidd verður til okkum øll, er líka gullrein, sum vatnið, sum rennur sum streymur í ánni.