Í Vestmanna hava tey grønar fingrar

Plantasjan í Vestmanna, ið liggur beint oman fyri ítróttahøllina, er ein vakur og friðsælur blettur, har øll kunnu koma at njóta eina løtu og samstundis fáa sálarbót. 

Tað var í 1990 at “Grøni maðurin” í Vestmanna, Finnbogi Joensen, saman við skúlabørnum fór undir at planta trø á staðnum.

Hvørt barn fekk sítt egna træ at seta niður og hjúkla um, umframt at tey á hvørjum ári víðkaðu um gróðurøkið og settu alsamt fleiri trø niður. Í dag, stívliga 30 ár seinni, eru trøini vaksin munandi og vorðin til eina rætta plantasju, einar 20.000 fermetrar til víddar.

Her eru beinkir og borð, so løtan kann njótast til fulnar. Í viðarlundini eru eisini eini serstøk og hugnalig hús, ið til ber at leiga til okkurt smávegis tiltak. Pláss er fyri eini 25 fólkum.