Í Vestmanna ber til at kampa
Kampingplássið í Vestmanna liggur stak væl fyri – sum í einum reiðri millum fjøll og fjøru – eitt frálíkt stað til tín, sum fegin vilt vera nær náttúruni.
Her eru grundleggjandi hentleikar, so sum brúsur, vesi og streymur – og stutt er at ganga til handlar, matstøð og upplivingar í bygdini. Kom við kampingvogninum, set tjald upp ella ger ein stuttan steðg – sama hvat tú velur, so er hetta friðarliga plássið í vakra umhvørvinum kring Vestmanna eitt gott stað at byrja ella enda dagsins ævintýr.
Kanska kampingplássið í Føroyum við bestu verju fyri vindinum