Í Vestmanna kanst tú eta á Fitjum
Longu tá tú koyrir oman í sæla staðin, síggjast Fitjarnar.
Her, innast í Vestmanna, skamt vestan fyri bátahylin inni á Fjørð, breiðir sandurin seg lokkandi og ertar allar barnsligar sálir. Tak spannir, spakar og børn við tær, og tit fáa eina uppliving fyri lívið – púra ókeypis.
Tað riggar væl at fleiri ættarlið eru við á túrinum, tí tá tit, sum í fjøru fóru, eru mettað av djúphugsni ella leikandi løttum spæli, ber til at seta seg í grasið, áðrenn gingið verður teir seinastu fáu metrarnar til blíðskapin heima á Fitjum.
Her, bert nøkur fet úr fjøruni, liggur hugnaliga matstovan, ið bjóðar heimablídni. Ein drekkamunn ella kanska ein góðan døgurða oman á andaligu føðina við sjóvarmálan.