Í Vestmanna tosa tey hálvbrotið á KafE
Disvoy er ein kafe mitt í Vestmanna, við fjølbroyttari matskrá.
Tey bjóða millum annað sandwich, salat, pasta, steak, burgara, pitsur og mangt annað gott. Eisini hava vit eitt fjølbroytt úrval av drykkjuvørum og onkrum søtum til góman. Á takeaway matskránni eru burgarar, home-style kips, pita, pitsur o.a.
Navnið Disvoy kemur av, at einaferð vestmenningar vóru á útróðri eysturi á Sandotninum, kom eitt fremmant skip ímóti teimum. Teir hildu tað vera ófriðarskip og tóku til árarnar. Teir gjørdu av at rógva inn millum Kvívíksdrang og heimara drangin fyri at lokka sjórænararnar aftan á sær, og vónaðu soleiðis, at teir fóru at renna seg fastar har. Fyri at eggja teimum at koma aftaná, róptu teir ‘this way’ á góðum vestmannaenskum: “Dis voy, dis voy!” – og hetta skuldi so geva dranginum navnið Disvoy.
Café Disvoy liggur við Bakkaveg 6.