Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsamfelagið?
Ráðstevna, ið MEGD skipar fyri
Nú arbeitt verður við ætlanum um at tryggja búskaparligt haldføri, skipar MEGD – sum meginfelag fyri 24 limafeløg hjá fólki, ið bera brek – fyri ráðstevnu, ið setur spurningin: hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsamfelagið? Sera umfatandi royndir hjá heimsins londum og nýggj gransking vísa nevniliga neilig úrslit fyri samfeløg, bæði í mun til búskap og trivnað, um stýrt verður burturav við støði í BTÚ og peningarligum atlitum. Sum svar upp á hetta hava nógv lond kring heimin stovnað skipanir, ið tryggja, at almenn stýring fevnir “víðari enn BTÚ”, soleiðis at hon eisini fevnir um m.a. trivnað, rættindi og vælferð hjá børnum, ungum, eldri og fólki, ið bera brek.
Høvuðsorsakirnar til heimsumfatandi fíggjarkreppuna í 2008 vóru sambært eitt nú Joseph Stiglitz, professara og nobelvinnara í búskaparfrøði, at lond áðrenn kreppuna ikki greinaðu og skipaðu búskap og politisk átøk víðari enn BTU, og at hetta ikki varð m.a. gjørt tvørgeiraligt og langtíðarligt, við støði í fjølbroyttum ávísum (indikatorum) innan m.a. trivnað og vælferð og í munagóðum samstarvi millum viðkomandi partar. Somu avbjóðingar gera seg galdandi í Føroyum sum aðrastaðni, eitt nú við starvsfólkatroti og fráflyting. Kortini er hetta týðandi evnið framvegis ikki veruliga sett á dagsskrá í Føroyum – t.e. spurningurin um at handfara avbjóðingar innan eitt nú trivnað, rættindi og vælferð hjá børnum og ungum, eldri, og fólki, ið bera brek.
Arbeiðið hjá Stiglitz o.ø. hevur m.a. ført til hitt slóðbrótandi OECD Wellbeing Framework / Beyond GDP, sum í stuttum gevur londum møguleika at nýta viðkomandi amboð, tól, pallar o.tíl. sum lið í stýring víðari enn BTÚ. Eisini er umráðandi at vísa á, at umfatandi royndir og gransking vísa, at lond gerast búskaparliga sterkari við at stýra víðari enn BTÚ. Hetta kann eisini vera við til at tryggja, at ætlanir um at tálma ella spara í almennum útreiðslum ikki heldur enda við øktum almennum útreiðslum. Harumframt kunnu tær vera við til at loysa framtíðar búskaparligar og sosialar avbjóðingar í føroyska samfelagnum, sum í stóran mun eru demografiskar og helst krevja miðvísar, langtíðar- og tvørgeiraligar loysnir innan trivnað og menning, m.a. fyri at fáa ung at støðast og koma heim aftur, fyri trivnað og menning hjá fólki við breki og fyri eldri og avvarðandi teirra.
Ráðstevnan verður eisini stroymd á netinum. Á skranni verða:
Romina Boarini, stjóri í OECD Centre on Well-Being, Inclusion, Sustainability and Equal Opportunity (WISE),
Majbritt Skov, partnari í Deloitte Denmark og Head of Deloitte Economics,
Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum,
Merita Mesiäislehto, leiðandi granskari í Finnish Institute for Health and Welfare (THL)
Beinir Johannesen, løgmaður, setur ráðstevnuna, og eftir framløgurnar verður pallborð við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðarmálum, Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, Eyðdis H. Niclassen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, og Ásu Olsen, forkvinnu í MEGD. Bjørt Samuelsen verður orðstýrari.
Á tiltakinum verður atkoman sett í hásæti, og tí verða m.a. skrivi- og teknmálstulkar, týðing úr føroyskum í enskt og úr enskum í føroyskt.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Vegna avmarkað pláss er tó neyðugt at tekna seg til tiltakið á heimasíðuni hjá MEGD:
Tilmelding til ráðstevnuna á føroyskum Registration for the conference in English
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar