Í Vestmanna heiðra tey undangongufólk
Kemur tú eftir niðara vegi inn í Vestmanna, sært tú hann. Beint vestan fyri Fossá, hava vestmenningar reist eitt virðiligt minni yvir vestmenningin, ið sá ljósið væl áðrenn onnur.
Ólavur á Heygum var kongsbóndi, handilsmaður og politikari og hann stóð fyri fyrstu royndini í Føroyum at fáa elorku burtur úr vatni. Ikki nóg mikið við tí; Ólavur átti eisini stóran leiklut í arbeiðnum, at tryggja føroyingum telefonsamband.
Fyrsta telefonlinjan í Føroyum kom í 1905 og gekk millum Tórshavn og Vestmanna.
Standmyndin er evnað til av kenda listamanninum Hans Paula Olsen.