Í Vestmanna kanst tú vitja fuglabjørg

Í meira enn ein mansaldur hevur verið skipað fyri útferðum undir Vestmannabjørgini.

Túsundtals fólk hava gapað og gánað ovfarin og sjálvt tey, sum føra bátarnar fleiri ferðir um dagin, siga, at okkurt nýtt og øðrvísi sæst hvørja ferð. 

Tað er nú nakað serligt við streyrrættu bjørgunum, og ikki er tað sørt, at Skaparin letur okkum vita, at vit ikki eru størst her í verðini. Ferðirnar eru sera væl skipaðar og fólk í øllum aldri kunnu koma við.

Bergtromin oman fyri skorar, stakkar og drangar er um hálvan kilometur høg. Tað ger, at einasta treyt, fyri at fáa sum mest burtur úr ferðini, er at kunna boyggja nakkan heilt afturá.