Í Vestmanna kanst tú vitja heimavirkið
Í gomlu krambúðini er enn sum áður galdandi, at ull er Føroya gull. Gullið glitrar ikki, men longu tá tú tekur í hurðina, kennir tú fløvan av heitum pløggum, ið veruliga eru tjóðarinnar dýrgripir.
Í gomlu krambúðini er enn sum áður galdandi, at ull er Føroya gull. Gullið glitrar ikki, men longu tá tú tekur í hurðina, kennir tú fløvan av heitum pløggum, ið veruliga eru tjóðarinnar dýrgripir.
Einki plagg ella verk, er eins og hini av sama slagi. Øll eru tey serstøk og latin úr hondum, við stokkum, nál og tráði. Ein arvaður førleiki, ofta ikki dýrmettur, men her inni livir handverksmentanin í Vestmanna.
Krambúðin verður rikin av heimavirkisfelagnum í Vestmanna og umframt heimavirkaðar vørur, er eisini møguligt at keypa sær kaffi og køkur.
Krambúðin liggur við Bakkaveg 23 og hevur opið millum 14 - 17 mánadag til leygardag.