Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Nólsoy - Bogin

  • Byrjanin av túrinum
  • Túrurin er væl skeltaður
  • Eydnulundin
  • Útsýnið av Boganum
  • Fitt er at síggja av heiðafuglið
  • Byrjanin av túrinum
  • Túrurin er væl skeltaður
  • Eydnulundin
  • Útsýnið av Boganum
  • Fitt er at síggja av heiðafuglið

Ein hugnaligur og lættur rundturur við friðsælari náttúru og góðum útsýnið

Tað byrjar longu við vøkru innsiglingini til bygdina, har litríku húsini, hvíta kirkjan, gamli býlingurin í Túni, gróthúsini uppi á Eiðinum og smábátarnir við flótibrúnna skapa eina hugnaliga og friðsæla mynd. Tá tú kemur á land og gongur inn móti bygdini, kennist tað sum at koma í eina aðra og friðarligari verð.

Gakk heim í bygdina, fram við nýggju kaféini Stutthol ovaru megin og Ovasavninum niðaru megin. Savnið er uppkallað eftir kenda rógvaranum Ova, og her heldur Visit Nólsoy eisini til. Halt fram við handilstorginum og beina leið niðan brekkuna í Geilini til rulluportrið og vegin norður á Stongina.

Norðuri á Stongini hava Nólsoyingar gjørt tveir stuttar og lættar rundtúrar, sum eru góð alternativ til langa túrin suður á Borðina. Annar gongur norður á Boga, norðurendan á Nólsoynni, og hin niðan á Flaggstongina, hægsta stað norðan fyri Nólsoyarbygd. Túrarnir eru umleið 2,6 km hvør, og gingnir saman eru teir 4,4 km.

Økið norðan fyri bygdina er innangarðsjørð hjá Nólsoyingum. Um várið og heystið, tá ið viðrar, kann vera rættiliga nógv lív í veltunum.

Halt fram norður eftir vegnum. Umleið 250 metrar norðan fyri rulluportrið deilir vegurin seg. Tak niðara vegin fyri at ganga norður á Boga (1), ella ovara vegin fyri at ganga niðan á Flaggstongina (sí túr 2).

Túrur 1: Norður á Boða

Umleið hálvan vegin norður á Boða kemur tú til hugnaligu Ednulundina. Hetta er eitt fríøki við nógvum trøum og blómum, eini krógv í miðjuni og tveimum stórum skýlum í brekkuni omanfyri. Gakk ein túr inn í lundina og njót fjølbroytta vøksturin og grótlagingarnar. Tú kanst seta teg við eitt borð og njóta friðin og útsýnið.

Sambært gamlari søgn løgdu Nólsoyingar áður nýføðingar út á bøin um náttina her norðuri í Stong fyri at vita, hvørji børn vóru sterk.
Beint niðan fyri Ednulundina er eitt skelti, sum vísir á ternubølið niðanfyri. Fólk verða biðin um at halda seg burtur frá bølinum.

Halt fram norður á Boga. Við endan á vegnum er eitt jarnportur, sum tú skalt ígjøgnum. Áðrenn tú fert um portrið, kanst tú ganga oman á sjálvan Boðan og síggja, hvussu brimið hevur skolað alt omanav. Hesin eyka teinurin er umleið 300 metrar hvønn vegin. Grótfløtan líkist einum ráum mánalendi við smáum hyljum. Gakk nóg langt oman til at síggja út á endan, set teg við einum kaffidussi og njót útsýnið og bátarnar, sum sigla framvið. Millum havhestarnar sært tú kanska ein lunda. Far niðan aftur sama veg.

Far gjøgnum jarnportrið og fylg pelunum eystureftir til vegin eystan fyri oynna. Lendið er slætt og vallað, og brúgvar eru lagdar um tvey mýrulendi. Útsýnið røkkur úr Sandoynni norður í Norðoyggjar. Her er friðarligt, og fitt av heiðafugli er at síggja. Njót eisini útsýnið oman í eystaru líðina og suður móti fuglabjørgunum við Rivtanga.

Fylg pelunum inn á vegin við grótgarðin og haðani aftur í bygdina. Á heimleiðini kanst tú halda fram eftir túri 2 niðan á Flaggstongina.
Til Nólsoyar

Til Nólsoyar

Silgt verður við SSL, leið 90, Tórshavn - Nólsoy.

Bilurin skal ikki takast við, men skal parkerast í Tórshavn. Í Nólsoy verður gingið beinleiðis frá ferjuni, suður gjøgnum bygdina (600m). 

Í Tórshavn er 8-tíma parkering loyvd á nøkrum fáum parkeringsplássunum í miðbýnum, sí grønu sirklarnar á myndini. Sí eisini vegleiðingina hjá Tórshavnar Kommunu her

Nólsoy - Bogin

Nólsoy - Bogin

Fakta

path icon
0t 50m

Tíð

path icon
3 km

longd

hilltop peak icon
61 m

Hægsta stað

family icon
47 m

Hæddarmetrar


family icon 6+ Um farið verður út á Boðan, mugu vaksin halda í børnunum, tí har er bratt og eitt sindur illgongt.
difficulty icon Lætt -
terrain icon Meginparturin er eftir asfalti og grúsvegi, tó ikki stutta 300m-strekkið millum vegirnar norðuri á Boða, har gøtan er valla við tveimum longum brúgvum tvørtur um mýrulendini.
11°C
16 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours