Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Økistónar: við Hettarher & Supervisión

í Vágs kirkju

ein konsert, fýra oyggjasamfeløg, endaleysar tulkingar

Tónleikari: Andreas Tykjær Restorff (cello og elektronikkur) og Torleik Mortensen (kontrabass og elektronikkur), Lasse T. Jæger (slagverk og elektronikkur)

Tónaskøld: Jesse Austin-Stewart, Ruby Solly, Elliot Vaughan, Ciro Hernández, Lasse T. Jæger, Weston Olencki og hettarher

New Music Islands snýr seg um at binda tónleikalig sambond tvørtur um landafrøðilig øki, samstundis sum vit halda fast í okkara egna stíli og máta at gera tingini uppá her heima.

Á konsertini verða framførd útvald verk úr Føroyum, Aotearoa Nýsælandi, Kanarisku oyggjunum og Gotlandi. Konsertin varir umleið ein tíma.

Framførandi tónleikarar eru duoin hettarher mannað av Torleik Mortensen og Andreas Restorff, saman við Lasse T. Jæger frá havnarteknobólkinum Supervisjón. Teir fara at framføra verk eftir Jesse Austin-Stewart, Ruby Solly, Elliot Vaughan, Ciro Hernández, Lasse T. Jæger, Weston Olencki og hettarher.

New Music Islands skráin ferðast millum tey fýra oyggjasamfeløgini til heystar. Á skránni eru fýra útvald verk, og hvørt ensemble fær boð um at gera tónleikin til sín egna, og tað førir til serligar tulkingar. Kompositiónirnar fevna um opinleika við fleksiblari instrumentering við tilætlaðum, breiðum framførsluinstruktiónum.

New Music Islands er eitt altjóða samstarv millum fýra limafeløg í Altjóða Felagnum fyri Samtíðartónleik (ISCM): Føroya Deildin, VICC (ISCM Gotland Deildin), COSIMITE (ISCM tilknýttur limur umboðandi Kanariuoyggjar) og CANZ (ISCM Nýsæland Deildin). New Music Islands er eitt altjóða samstarv millum fýra limafeløg í Altjóða Felagnum fyri Samtíðartónleik (ISCM): Føroya-deildin, VICC (ISCM Gotland-deildin), COSIMITE (ISCM-tilknýttur samstarvslimur umboðandi Kanariuoyggjarnar) og CANZ (ISCM Nýsæland-deildin).

Økistónar hava stuðlað hesi konsertini

Bústaður

Church of Vágur

Vágsvegur 34

Suðuroy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur