Í Vestmanna hava tey bókasavn
Uppi í Nýggja skúla, við Miðhøllina, hava tey savnað um 16.000 bøkur at læna út til stór og smá.
Savnið er á tremur av vitan um bæði líkt og ólíkt, so tað skal vera løgið, um tú ikki verður klókari eftir eina vitjan.
Umframt vanligar bøkur, eru eisini hópin av e-bókum, ljóðbókum, tíðarritum og avísum til at víðka sær sjónarringin.
Bókasavnið skipar eisini fyri fyrilestrum og øðrum tiltøkum. Les meira, um hvat bókasavnið hevur, á breddanum HER.
Opið er týsdag og hósdag kl 16.00 – 18.00