Í Vestmanna gera tey sítt egna whisky 

Tríggjar eldsálir og ein felags dreymur – og restin er skjótt søga. Í stóra bygninginum inni á Fjørð húsast Fair Isle Distilleries. 

Tey eru enn í holt við at menna fyritøkuna til at verða ein viðurkendan spælara á marknaðinum, men longu nú sæst munur.

Goymslan, har whiskyløgurin verður goymdur í eikiføtum, liggur uppi yvir Kvívík, men sjálvt distillaríið, har edlu droparnir verða útvunnir, liggur í Vestmanna.

Til ber at vitja distillariíð og fáa eina rundvísing eftir nærri avtalu. Tað er avgjørt vert eina vitjan, tí tað er sum at síggja gand við egnum eygum.